Í dag 24. mars eru liðin 20 ár síðani føroyska A-landsliðið við Allani Simonsen sum landsliðsvenjara vann 2-0 á Luksemborg í einum HM-undankappingardysti á útivølli.
Luksemborg-Føroyar 0-2 (0-0) - á Josy Barthel leikvøllinum í Luksemborg býi:
0-1: Christian Høgni Jacobsen 75
0-2: Kurt Mørkøre 81
Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre skutu málini innanfyri seks minuttir seint í seinna hálvleiki.
Føroyar megnaðu eisini javnleik 0-0 móti Slovenia og 1-0 sigur á Luksemborg á heimavølli á Svangaskarði í hesari undankappingini. Úrtøkan, sjey stig var met tá. Tað metið var sligið í HM-undankappingini til HM-endaspælið í 2018. Tá fingu Føroyar níggju stig.
Føroyska liðið (Kelda: FaroeSoccer) :
Nr. | Føroyar - Leikarar | Felag |
---|---|---|
1 | Jákup Mikkelsen (M) | Herfølge |
2 | Óli Johannesen (L) | Hvidovre |
3 | OB | |
4 | Jákup á Borg 85' | B36 |
5 | B68 | |
6 | B68 | |
7 | B68 | |
8 | Sogndal | |
9 | Sogndal | |
10 | Todi Jónsson 21' | FC København |
11 | B36 | |
16 | Jens Martin Knudsen (M) (Eykamálverji) | NSÍ |
12 | Jóhannis Joensen (Kom ikki inn) | HB |
13 | Súni Olsen 85' | FC Zwolle |
14 | Sámal Joensen (Kom ikki inn) | GÍ |
15 | Rógvi Jacobsen 73' | HB |
17 | NSÍ |
|
HER ber til at síggja hæddarpunktini, ið YouTube rásin "Farerets" hevur lagt út. Upptøkurnar eru frá luksemborgskum sjónvarpi. Frásøgnin er á letsenbergiskum máli:
##med2##