Besiktas eru ikki ókendir við Føroyar nú teir skulu takast við B36 í Europa League á ovara vølli í Gundadali, hóskvøldið klokkan 19. Ein dystur sum FM1 sigur beinleiðis frá, og in.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
22. juli í 2010 spældi Besiktas seinna Europa League undankappingardystin ímóti Víkingi á Svangaskarði á Toftum. Besiktas hevði vunnið fyrru uppgerðina í Istanbul 3-0.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini sum turkiskt sjónvarp hevði frá dystinum millum Víking og Besiktas fyri átta árum síðani. Besiktas vann 4-0. Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki.
Gongdin í dystinum, og liðini hjá Víkingi og Besiktas sambært faroesoccer.com:
Min. | Hending | Mál | Víkingur | Besiktas |
---|---|---|---|---|
3' | 0-1 | Ekrem Dag | ||
10' | 0-2 | Nihat Kahveci | ||
32' | 0-3 | Deivson (Bobo) Rogerio Da Silva | ||
33' | GK | Hans Jørgen Djurhuus | ||
44' | 0-4 | Deivson (Bobo) Rogerio Da Silva | ||
81' | GK | Ugur Inceman | ||
91' | GK | Matteo Ferrari |
Nr. | Víkingur - Leikarar |
---|---|
1 | Túri Géza Tamas (M) |
3 | |
7 | |
10 | Sølvi Vatnhamar 87' |
11 | Páll Klettskarð 76' |
13 | |
14 | |
16 | |
17 | |
20 | |
23 | Niclas Niclassen (L) |
77 | Rógvi Ryggshamar (M) |
6 | |
12 | Sverri Toyt 76' |
19 | |
21 | |
22 | |
25 | Hjartvard Hansen 87' |
Nr. | Besiktas - Leikarar |
---|---|
21 | Hakan Arikan (M) |
3 | Ismail Köybasi |
6 | Tomás Sivok 46' |
7 | Ricardo Quaresma |
8 | Nihat Kahveci |
10 | Matías Delgado (L) |
13 | Deivson (Bobo) Rogerio Da Silva |
17 | Ekrem Dag 57' |
28 | Fabian Ernst 46' |
30 | Tomás Zápotocný |
44 | Erhan Güven |
99 | Cenk Gönen (M) |
11 | Mert Nobre |
15 | Rodrigo Tabata (L) |
18 | Necip Uysal |
25 | Ugur Inceman 46' |
26 | Onur Bayramoglu 57' |
27 | Matteo Ferrari 46' |