Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið hendi tað gleðiliga fyri føroyskan landsliðsfótbólt, at Hallur Hansson byrjaði inni fyri lið sít, AC Horsens.
Hetta hendi í útidystinum hjá AC Horsens ígjár, sum var ímóti SønderjyskE, sum endaði við javnleiki 2-2. Hallur Hansson leikti 74 minuttir, áðrenn hann var skiftur út. SønderjyskE var á odda 2-0 í steðginum, Bubacah Sanneh minkaðu um munin beint aftaná Hallur Hansson var skiftur út, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat tryggjaði Tobias Arndal AC Horsens eitt stig, tá hann javnaði til 2-2.
SønderjyskE – AC Horsens 2-2 (2-0)
1-0 Simon Poulsen (23.)
2-0 Christian Jakobsen (40.)
2-1 Bubacarr Sanneh (75.)
2-2 Tobias Arndal (90.)
Komandi leygardag tekur AC Horsens ímóti Helsingør FC.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum SønderjyskE og AC Horsens
Støðan:
1
8
9
19
2
9
3
17
3
9
4
16
4
8
6
14
5
9
2
13
6
8
1
12
7
9
3
10
8
9
-1
10
9
9
-2
10
10
8
-5
9
11
9
-8
9
12
8
-3
8
13
8
-4
8
14
9
-5
7