VIDEO: Adrian skoraði móti donsku meistarunum

(Video) Síggj málini frá dystinum Hillerød-FC Midtjylland 1-4 (0-2)

Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen byrjaðu inni tá Hillerød spældi dyst í triðja umfarinum í donsku steypakappingini móti verandi donsku meistarunum, FC Midtjylland.

 

Hillerød spælir í næstbestu deildini, og tí var næstan givið, at tað fór at vera greiður munur á liðunum. FC Midtjylland vann eisini dystin 4-1. Donsku meistararnir vóru á odda 2-0 í steðginum.

 

Adrian stóð fyri gyltu løtuni hjá Hillerød, tá hann í 62. minutti var hegnisliga spældur fríur í brotsteiginum hjá FC Midtjyllandi og bankaði bóltin upp í málhornið til støðuna 2-1. Berzan Kucukylidiz stóð fyri frálíka upplegginum til málið hjá Adrian.

 

HER  ber til frá TV3 Sport at síggja málini frá dystinum.

 

Hillerød átti heimavøll, men av fíggjarligum ávum valdi leiðslan í Hillerød, at liðið spældi dystin móti FC Midtjyllandi á teirra heimavølli, MCH Arena í Herning. Hillerød hevur fingið eina munagóða kompensasjón fyri hetta, ið munar í pengakassanum.

 

Komandi mánakvøld klokkan 18 spælir Hillerød aftur dyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Tá taka teir móti Fredericia á heimavølli.