VIDEO: Áki skoraði aftur fyri Ranheim

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Åsane-Ranheim 2-1 (1-0)

Áki D. Samuelsen heldur fram við at gera vart við seg í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, og í dag skoraði hann aftur fyri Ranheim.

 

Ranheim tapti 1-2 fyri Åsane á útivølli. Åsene legði seg á odda longu eftir 15 minuttirs spæl, og tíðliga í seinna hálvleiki økti teir til 2-0 við einum brotssparki. 

 

Áki fekk spenning í aftur dystin í 70. minutti, tá hann hegnisliga inni í brotsteiginum fekk beint bóltin í málið. Hetta var triðja málið hjá Áka í næstbestu deildini í Noregi hetta kappingarárið. 

 

Ranheim er nummar 12 í deildini við 10 stigum fyri átta dystir. 

 

Komandi leygardag klokkan 15 hevur Ranheim dyst á heimavølli móti Aalesund.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Åsane-Ranheim 2-1 (1-0):

 

##med2##