VIDEO: Andorra hevur tapt sín fyrsta dyst í ár

(Video) Andorra tapti tepurt 0-1 ímóti HM-vertunum í 2022, Katar. Síggj hæddarpunktini her

Andorra hevur sítt besta landsliðsár í fótbólti nakrantíð.

 

Í juni vunnu teir ein minniligan HM-undankappingdyst ímóti Ungarn 9. juni, tá teir á heimavølli vunnu 1-0. Í andoriansku søguni er talan um størsta sigurin nakrantíð.

 

25. mars fekk Andorra í HM-undankappingadysti ímóti Føroyum javnleik 0-0, væl hjálptir av bosniska dómaranum, Ognen Valjic, sum ikki kendi mun á nær ein spælari spælir sjónleik ella bløðir næsablóð. 

 

22. februar vann Andorra á útivølli 2-0 á San Marino í einum venjingardysti.

 

Mikukvøldið spældi Andorra venjingardyst ímóti Katar, sum skal verða vertur fyri HM-endaspælinum í 2022. Talan gjørdist um ein tepran 1-0 sigur til Katar. Málið er fyrsta málið Andorra fær ímóti sær í ár, og talan er eisini um fyrsta ósigurin hjá Andorra í ár. 

 

31. august spælir Andorra HM-undankappingardyst á útivølli ímóti Sveis. Sunnudagin 3. september klokkan 17 spælir Andorra HM-undankappingardyst ímóti Føroyum á Tórsvølli í Havn. Ùrslitini hjá Andorra higartil í ár eru ein staðfesting um, at teir eru sera torførir at spæla ímóti, og teir verja sera væl, og ikki minst hart og kontant, tá teir sleppa. Um vit gita, at Andorra fer at spæla 4-5-1 á Tórsvølli, gita vit neyvan skeivt. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum Andorra-Katar 0-1 (0-0).