HB vann í gjár 4-2 á EB/Streymi í Gundadali í 5. umfari í Effo-deildini. Dagsins spælari bleiv fyrrverandi EB/Streyma spælarin, Arnbjørn Hansen. Hann skoraði hattrik fyri HB.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Les eisini: Favorittarnir funnið síni pláss
Tað var tó Levi Hanssen, sum legði HB á odda í fyrra hálvleiki, tá hann umsetti brotsspark til mál. Síðani økti Arnbjørn til bæði 2-0 og 3-0. Í seinna hálvleiki minkaði Ragnar Danielsen um munin. Hetta er fyrsta málið hjá Ragnari í bestu deildini.
Les eisini: Samandráttur frá B36-KÍ 1-0
Arnbjørn staðfesti sigurin við málið til 4-1, áðrenn Nielsen Pauli Danislen við vøkrum málið minkaði um munin til endaliga úrslitið 4-2.
HB-EB/Streymur 4-2 (3-0)
1-0: Levi Hanssen br 20.
2-0: Arnbjørn Hansen 29.
3-0: Arnbjørn Hansen 30.
3-1: Ragnar Danielsen 64.
4-1: Arnbjørn Hansen 72.
4-2: Niels Pauli Danielsen 89.