Amatørarnir úr Auckland City høvdu goldið pengar fyri at keypa sær frítíð fyri at kunna taka lut í HM fyri felagslið í USA. Teir løgdu fyrst rygg til 0-10 tap fyri Bayern München, og tapti so 0-6 fyri Benfica. Og tað var eingin ivi um, at Auckland fór at fáa bank, tá teir spældu triðja og seinasta bólkadystin móti gamla liðnum hjá Diego Maradona, Boca Juniors.
Men frammanfyri 16.900 áskoðarum á Geodis Park leikvøllinum í countryhøvuðsstaðnum, Nashville í Tennesse megnaði Auckland at fremja ein "Landskrona". Teir knógvaðu ein javnleik 1-1 móti argentinska fótbóltsrisanum. Boca hevði bóltin 74 prosent av tíðini, og teir høvdu 10 royndir á málið hjá Auckland, og teir fingu eitt mál kolldømt av VAR. Men einki hjálpti. Teir máttu leggja rygg til eina stóra eyðmýking. Gott, at gamli Diego ikki upplivdi hetta. Tað var enntá so, at Auckland skoraði bæði málini í dystinum. Tann sum skoraði í tí rætta endanum, Christian Gray fer tó í søgubøkurnar fyri sín góða stútara. Hattin av fyri Auckland City.
Samstundis stjól Benfica fyrsta plássið frá Bayern München við at vinna 1-0 á týsku meistarunum. Bayern hevði tó tryggjað sær víðari luttøku í kappingini.
Benfica endaði á sjey stigum, Bayern á seks stigum, Boca Juniors á tveimum stigum, og Auckland City á einum stigi.
Leygarkvøldið klokkan 21 spælir Benfica móti Chelsea. Eitt samdøgur seinni spælir Bayern München móti brasilska liðnum, Flamengo.
Auckland City-Boca Juniors 1-1 (0-1)
0-1 sjálvmál
1-1 Christian Gray ('52)
Benfica-Bayern München 1-0 (1-0)
1-0 Andreas Schjelderup ('13)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá minniliga javnleikinum hjá Auckland City móti Boca Juniors:
##med2##
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 1-0 sigrinum hjá Benfica á Bayern München:
##med3##