Í gjár fór ein umfatandi kanning í gongd hjá sosiala miðlinum Facebook um, hvussu miðilin skal handfara harðlig videobrot og annað órógvandi tilfar.
Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at videoupptøkur av manndrápi sluppu at liggja úti á Facebook í tveir tímar, áðrenn tað varð tikið niður av síðuni.
Ein persónur í USA legði sunnudagin eitt ógvusligt videobrot á Facebook, har ein maður varð dripin, og nú vil Facebook tískil gera tað lættari hjá brúkarum at gera varugt við órógvandi tilfar. Soleiðis vil fyritøkan gera sensurtilgongdina lættari, skriva útlendskir miðlar í dag.
Í kjalarvørrinum av drápinum, sum lá á Facebook, er løgreglan í Cleveland, Ohio í USA farin undir eina umfatandi leiting eftir drápsmanninum. Eldri maðurin, sum varð dripin á video, sum endaði á Facebook, var úr Cleveland.
Hetta ógvusliga videobrot er tað seinasta í røðini av fleiri slíkum órógvandi tingum á Facebook, og hevur tað leitt til stórar atfinningar móti sosiala miðlinum.
Tað eru teir 1.9 milliardir brúkararnir á Facebook, sum eru avgerandi, tá ið umræður sensur. Tí uttan fráboðan frá brúkarunum hevur Facebook ongan møguleika at síggja alt tað, sum er ósømiligt.
Hvørja viku arbeiða túsundavís av starvsfólki við at hyggja eftir fráboðanum frá milliónum av brúkarum frá yvir 40 londum, skrivar Ritzau.
Men nú skal tað gerast lættari, so at slíkt tilfar ikki sleppur ótarnað at liggja í fleiri tímar á netinum.