VIDEO: Brandur og Helsingborg vunnu á útivølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Falkenberg-Helsingborg 1-4 (1-1)

Tað hevur ikki gingist væl hjá Brandi Hendriksson og liðfeløgunum í Helsingborg í næstbestu svensku fótbóltsdeildini í seinastuni, men ígjár kom Helsingborg á sigurskós aftur og vunnu seg uppá triðja plássið. 

 

Helsingborg vann 4-1 á Falkenberg, ið annars kom á odda 1-0 longu í 9. minutti. Stóru hetjurnar hjá Helsingborg vóru Adam Kaled og Anthony van den Hurk sum skutu tvey mál hvør. Adam Kaled javnaði í 35 minutti, og í steðginum var støðan javnleikur 1-1. Helsingborg fekk trý mál uppá 20 minuttir í seinna hálvleiki.

 

Helsingborg hevur 43 stig og hevur fýra stig upp til Sundsvall, ið liggur næstfremst í deildini við 47 stig. Nummar eitt og tvey í Superettan flyta upp í Allsvenskan. Nummar trý spælir upp- og niðurflytingardyst móti triðaftasta liðnum í Allsvenskuni.

 

Komandi týskvøld tekur Helsingborg móti GAIS á heimavølli. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Falkenberg og Helsingborg:

 

##med2##