VIDEO: Brandur og liðfelagarnir vóru fyri fyrsta tapinum

(Video) Aftaná tveir sigrar og tríggjar javnleikir taptu Brandur Hendriksson og liðfelagarnir í Helsingborg móti Östers

Aftaná eina rættiliga góða byrjan fimm teir fyrstu dystirnar í næstbestu svensku fótbóltsdeildini við tveimum sigrum og trimum javnleikum vóru Brandur Hendriksson og liðfelagarnir í Helsingborg fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið.

 

Á heimavølli í vikuskiftinum tapti Helsingborg 0-1 fyri Östers. Brandur Hendriksson spældi allan dystin. Sigursmálið hjá Östers kom stutt aftaná steðgin.

 

Helsingborg er nummar seks av teimum 16 liðunum í deildini við níggju stigum fyri seks dystir. Tvey stig eru upp til Sundsvall á øðrum plássi. Tvey tey ovastu liðini flyta upp í Allsvenskuna tá kappingarárið er liðugt. Liðið sum endar á triðja plássi spælir upp- og niðurflytingardystir móti triðniðasta liðnum í Allsvenskuni. 

 

Um átta dagar spælir Helsingborg móti GAIS á útivølli í Göteborg. GAIS er á triðja plássi við 10 stigum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Helsingborg og Östers: 

 

##med2##