VIDEO: Brandur og liðfelagarnir vunnu seg nærri oddinum við stórsigri

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Falkenberg 4-0 (2-0)

Brandur Hendriksson byrjaði aftur inni á miðvøllinum hjá Helsingborg, tá Helsingborg frammanfyri 3.300 áskoðarum í dysti í næstbestu svensku fótbóltsdeildini á Olympia leikvøllinum í Helsingborg vann stórsigur 4-0 á Falkenberg.

 

Brandur var skiftur út tá 17 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Tá hevði stutt áðrenn fingið eitt gult kort.

 

Stóra hetjan hjá Helsingborg í dystinum ígjár var málrevurin, Anthony van den Hurk sum hegnisliga gjørdi eitt hattrick har øll málini vóru stútað inn. Anthony van den Hurk er landsliðsspælari hjá karabiska oyggjalandinum, Curacao sum hevur ein frælsan felagsskap við Niðurlond. Áður varð Curacao partur av Niðurlendsku Antillunum. 

 

Fjórða málið hjá Helsingborg skoraði Assad Al Hamlawi, eisini við einum góðum stútara.

 

Sigurin merkir, at Helsingborg nú liggur á fimta plássi við 21 stigum fyri 12 dystir. Fimm stig eru upp seinna uppflytingarplássið. Har hevur Norrby 26 stig, men Norrby hevur spælt ein dyst meira enn Helsingborg.

 

Komandi mikukvøld spælir Helsingborg ein útsettan dyst á útivølli móti botnliðnum, Vasalund. Vinnur Helsingborg tann dystin eru bert tvey stig upp til uppflytingarplássið. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá stórsigrinum hjá Helsingborg á heimavølli:

 

##med2##