VIDEO: Brandur við til at leggja upp til sigursmálið hjá Helsingborg

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Eskilstuna 1-0 (1-0)

Brandur Hendriksson og liðfelagarnir í Helsingborg eru framvegis ósigraðir í næstbestu svensku fótbóltsdeildini aftaná fýra umfør.

Ígjár tók Helsingborg móti Eskilstuna á heimavølli og eydnaðist tað heimaliðnum at vinna 1-0.

Sigursmálið kom beint undan steðginum. Brandur legði eina harða sending inn í brotsteigin hjá Helsingborg har Viktor Lundberg elegant beindi bóltin fyri føturnar á Wilhelm Loeper, ið hegnisliga sendi bóltin í netið til 1-0. 

Helsingborg er næstfremst í deildini við átta stigum. Värnamo er fremst við níggju stigum. Östers og GAIS eru beint aftanfyri Helsingborg við sjey stigum. 

Komandi sunnudag spælir Helsingborg á útivølli móti Brage sum liggur aftast í deildini við bert einum stigi. 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: 

##med2##