VIDEO: Breiðablik var á odda 2-0 men tapti 2-3

(Video) Síggj hvussu Patrik Johannesen og liðfelagarnir taptu í dysti í Conference League í Norðurmakedonia

Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik spældu hóskvøldið fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League.

 

Dysturin var á útivølli í Norðurmakedonia móti Tikves.

 

Breiðablik fekk eina dreymabyrjan og var á odda 2-0 tá ein tími var leiktur av dystinum. 

 

Í seinna hálvleiki megnaði Tikves upp á átta minuttir at venda 0-2 til ein 3-2 sigur. 

 

Tá Patrik kom á vøllin í 61. minutti var Breiðablik á odda 2-0, men seinasta løtan hilnaðist stak illa hjá Breiðablik.

 

Returdysturin verður leiktur á Kópavogsvøllinum komandi hóskvøld klokkan 20.15.

 

Tikves-Breiðablik 3-2 (0-2)

0-1 Viktor Karl Einarsson ('13)

0-2 Kristófer Ingi Kristinsson ('30)

1-2 Kristijan Stojkovski ('74)

2-2 Martin Stojanov ('80)

2-3 Leonardo Guerra De Souza ('82)

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Tikves-Breiðablik 3-2 (0-2):

 

##med2##