Brøndby er væl fyri undan fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League móti HB á Tórsvølli komandi hóskvøld klokkan 19.45.
Brøndby legði fyri í donsku superliguni við at vinna trivaligan 3-0 sigur á Silkeborg á leikvøllinum í Brøndby, har HB kemur á vitjan 31. juli.
Stóri leikarin hjá Brøndby í dag var Filip Bundgaard, ið skoraði tvey tey fyrstu málini. Nicolai Vallys økti til 3-0.
HER síggjast málini Brøndby skoraði undan ferðini til Føroya:
##med2##