VIDEO: Elias eigur besta málið í EHF European League

(Video) Síggj fimm tey bestu málini sum vóru skotin í fimta umfari í EHF European League

Elias Ellefsen á Skipagøtu eigur tað besta málið sum var skotið í fimta umfari í EHL European League.

 

Tað er tiltikna málið har Elias skorar til 29-26 til Sävehof í heimadystinum móti Aix, ið Sävehof vann 33-31 (18-14). Elias fintaði verjuna hjá Aix og setti bóltin hegnisliga via hárið hjá málverjanum og í netið, ið EHF hevur valt at vera tað besta málið.

 

Hetta er vorðið sum ár hjá Eliasi, svenskur meistari við Sävehof, hevur vunnið seg við føroyska U20-landsliðnum til EM-endaspælið komandi summar, var valdur til besta spælara í svensku liguni í oktober, og nú fær hann hendan flotta heiðurin frá EHF at hava skorað besta málið hetta umfarið í EHF European League. 

 

HER ber til at síggja fimm tey bestu málini í EHF European League hesaferð:

 

##med2##