VIDEO: Elias gjørdi ein "flúgvara", fintur og fríspælingar

(Video) Síggj flottar detaljur hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í Sävehof framdar í Slovenia ígjár

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi aftur vart við seg tá Sävehof spældi dyst í bólki C í EHF European League ígjár.

 

Sävehof vann 35-31 á Gorenje á útivølli í Slovenia. 

 

Elias skoraði sjey mál uppá 11 málmøguleikar. Toppskjútti hjá Sävehof var Sebastian Karlsson við níggju málum. Í steðginum var Sävehof á odda 16-15. Móti dystarenda skoraði Elias tvey mál sum vóru avgerandi fyri, at munurin á máltalvuni fall til Sävehof. Elias gjørdi nøkur rimmar mál, harímillum ein vakran "flúgvara", og hann hevði eisini nakrar framúr fríspælingar til liðfelagarnar.

 

Sävehof hevur gjørt tað framúr í EHF European League við fýra sigrum í fimm dystum, harímillum tveir sigrar á útivølli. 

 

Magdeburg er oddalið í bólki C við níggju stigum. Sävehof og Nexe hava átta stig. La Rioja hevur fimm stig, Gorenje hevur trý stig og Aix hevur eitt stig.

 

Komandi týskvøld verður útsetti oddadysturin í bólkinum millum Sävehof og Magdeburg í Partille. Ein stór og spennandi uppgáva hjá Eliasi og liðfeløgunum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum í Slovenia ígjár. Njótið detaljurnar hjá Eliasi, ið eru framúr:

 

##med2##