VIDEO: Enn ein sigur til Mikkjal og hansara menn

(Video) Síggj samandrátt av dystinum Fredrikstad-Sandefjord 1-0 (1-0)

Mynd: Fredrikstad Blad

Lagið í tí fótbóltsøra norska býnum, Fredrikstad er framúr gott.

 

Fjórða dystin á rað í bestu norsku fótbóltdeildini eydnaðist tað Fredrikstad at fáa úrtøku. Í dag gjørdist talan um ein 1-0 sigur á heimavølli móti Sandefjord. 

 

Sigursmálið skoraði Morten Bjørlo við einum vøkrum lobbi tá ein hálvur tími var leiktur av dystinum.

 

Brandur Hendriksson var á vøllinum fyri Fredrikstad teir seinastu 24 minuttirnar av dystinum.

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt av dystinum. 

 

Telja vit dystirnar í steypakappingini við, so hevur liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá vunnið fýra dystir og hevur leikt tveir javnar seinastu seks dystirnar.

 

Komandi mikudag 1. maj, ið er frídagur í Noreg spælir Fredrikstad á heimavølli dyst móti stórliðnum, Rosenborg í triðja umfarinum í norsku steypakappingini.

 

Megnar Fredrikstad at vinna á Rosenborg hava teir vunnið seg í áttandapartsfinalurnar í steypakappingini. 

 

 

 

Mynd: Fredrikstad Blad