Video: FCK vann uppiborið á Randers

(Video) Liðið hjá Brandi Hendrikssyni tapti uppiborið í Parkini í Keypmannahavn. Síggj hæddarpunktini her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum, sum var í donsku superliguni ígjár millum FC Keypmannahavn og Randers FC.

 

Brandur Hendriksson fekk teir seinastu 10 minuttirnar á vøllinum, har Brandur Hendriksson hevur nøkur góð minnir, ikki minst frá steypafinaluni í 2015, tá hann skeyt sigursmálið fyri FCK, tá FCK vann 3-2 á FC Vestsjælland aftaná longda leiktíð. 

 

 

FC Keypmannahavn vann 1-0 við einum sigursmáli Rasmus Falk skeyt longu tá 13 minuttir vóru farnir av dystinum. FCK stóð fyri tí mesta, men Randers FC hevði eisini sínar málmøguleikar.

 

 

Seinasti dysturin hjá Randers FC í hesum kalendaraárinum verður á heimavølli ímóti Esbjerg um átta dagar. Eftir hetta verður farið í jólafrí.