Tilburðurin við eldsbrunanum á virkinum hjá Varðanum á Tvøroyri er framvegis ikki av. Eldur kom í virkið nakað fyri klokkan 10 fyrrapartin, og hóast eldurin nú er sløktur, eru leivdirnar rúkandi heitar, og tamarhald er ikki fingið á lekanum av ammoniak enn.
Fyri løtu síðani hitti reportarin hjá In.fo, Barbara Holm, sýslumannin Jaspur Vang og fekk eina dagføring frá honum.
Jaspur Vang fegnaðist um, at eingin fekk álvarsaman skaða ella doyði í dag.
Trýst á pílin í myndini omanfyri, og tú kanst síggja samrøðuna, sum Barbara Holm gjørdi við Jaspur Vang. Ísak Z. Laksáfoss var upptøkumaður.