VIDEO: Flott spanskt sjónvarpsinnslag úr Føroyum

(Video) Spanska sjónvarpsstøðin, RTVE hevur gjørt eitt flott innslag um spaniólar sum búgva í Føroyum

Mynd: RTVE

Mynd: RTVE

Javnan koma innsløg og greinar um Føroyar í miðlum kring heimin.

 

Seinasta skotið á stammuni er eitt flott sjónvarpsinnslag hjá sponsku sjónvarpsstøðini, RTVE sum hevur vitjað spaniólar sum búgva í Føroyum. Hesir greiða so frá Føroyum, frá mentanini og serliga føroyska matinum. Eisini verður føroyska rossið umrøtt í sjónvarpsinnslagnum.

 

Spanska sjónvarpsliðið hevur á ferðini tikið upp nógvar góðar myndir av føroysku landsløgunum, og av føroyskum bygdum og býum.

 

HER ber til at síggja sjónvarpsinnslagið frá RTVE:

 

##med2##

 

Mynd: RTVE

Mynd: RTVE