VIDEO: Füchse Berlin-Flensburg Handewitt 28-31 (Samandráttur)

(Video) Í samandráttinum síggjast mál hjá Hákuni West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen

Tíðliga í dag spældu tapandi hálvfinalistarnir í týsku steypakappingini, nevnd DHB Pokal spælt dystin um triðja plássið í Lanxess høllini í Köln.

 

Dysturin var millum liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin, og liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt.

 

Flensburg vann dystin 31-28. Füchse Berlin var annars á odda 19-15 í steðginum. Men tað lá illa fyri hjá Füchse Berlin í seinna hálvleiki. Flensburg vann seinna hálvleik 16-9, og harvið dystin 31-28.

 

Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og Jóhan skoraði trý mál upp á fimm málroyndir.

 

Magdeburg vann stórsigur 30-19 (13-11) á Melsungen í steypafinaluni.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum um triðja plássið. Í samandráttinum síggjast mál hjá Hákuni og Jóhan:

 

##med2##