VIDEO: Füchse Berlin-Sporting Lissabon 31-32 (Samandráttur)

(Video) Í samandráttinum sæst Hákun West av Teigum skora eitt gott mál fyri Füchse Berlin

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin taptu á heimavølli í dysti í EHF European League í Max Schmelling høllini í Berlin tepurt 31-32 fyri portugisiska liðnum, Sporting Lissabon. 

 

Füchse Berlin var á odda 19-13 í steðginum, men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni.

 

Aftaná fýra umfør er støðan í millumbólki 4 tann, at Sporting Lissabon og Füchse Berlin hava seks stig hvør, meðan Constanta og Steua Bukarest hava tvey stig hvør.

 

Hákun skoraði tvey mál upp á tríggjar málmøguleikar.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 møta Hákun og liðfelagarnir Sporting á útivølli.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Füchse Berlin-Sporting Lissabon 31-32 (19-13). Á upptøkuni sæst eisini eitt gott mál hjá Hákuni West av Teigum:

 

##med2##