Video: Fyrsti dagurin á Svalbard í kolanámi

Vloggararnir á Svalbard vísa runt í kolanámi

DAGUR 1 Á SVALBARD

- Eftir drúgva ferðing úr Keypmannahavn via Oslo og Tromsø lendu vit á flogvøllinum í Longyearbýnum á Svalbard. Av tí at tað gerst myrkt tíðliga og nakað var ligið út á dagin, valdu vit at fara ein túr at vitja gamla kolanámið frá 1913, sum liggur nakað uppi í einum fjalli omanfyri býin og kallast “Julenissegruva”. Vit útgjørdu okkum við pannulyktum og sjokolátu, um nú myrkrið ella maktarloysið fór at gera ov nógv um seg á túrinum. Flest øllum kunnugt liva ísbjarnir frítt her á Svalbard, tí er lógarkrav at bera vápn, um tú skalt út um býin, ið er ein sokallað “safe zone”. Niðurkomnar royndu vit frálíka svimjihylin, men ongar upptøkur eru av hesum, tó skal viðmerkjast, at talan er um heimsins norðastu svimjuhøll. 

 

 

Sí eisini - Dag 0 - frásøgn dagin fyri fráðferð

 

 

Tað siga tær Torborg Fossdalsá Joensen, Paula Leitistein Olsen, Birita Mortansdóttir, Dagmar Winther, Barbara Lervig og Sára Sondum, sum í hesum døgum vitja á Svalbard. Hvønn dag fara tær at vísa lesarum hjá in.fo, hvussu tað er at vitja hetta forkunnuga stað. 

 

- Vit seks hava avgjørt at fara til Svalbard at vitja, av tí at vinkona okkara, Rakul Maria Johannesen, er skiftisnæmingur her í samband við lesna. Rakul Maria er vanliga jarðfrøðilesandi í Keypmannahavn, men hevur valt at nema sær arktiskan kunnleika hesa lestrarhálvuna á UNIS, Universitetssenteret på Svalbard. Hendan gylta møguleika at vitja eitt somikið fjarskotið og forkunnugt stað kundu vit ikki lata fara framvið, siga tær. Trýst á pílin á myndini fyri at síggja vloggin av Svalbard.