TRÝST á HESA leinkjuna: http://www.brann.no/nyheter/tv-se-orlovs-nydelige-lobb
og síggj hæddarpunktini frá dystinum í fyrsta umfarinum í norsku tippuliguni millum Tromsø og Brann. Gilli Rólantsson byrjaði inni fyri Brann, og var skiftur út tá tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Upptøkan er frá heimasíðuni hjá Brann Bergen.
Jakob Orlov legði Brann á odda við einum sera hegnisligum lobbi. Hetta hendi í fyrsta minutti av seinna hálvleiki tá Gilli Rólantsson spældi ein góðan bólt fram til Jakob Orlov, sum ikki sveik álítið.
Leingi var Brann á sigurskós, men tá 90 minuttir vóru farnir tryggjaði fyrrverandi Brann-leikarin, Simon Wangberg Tromsø javnleik 1-1, tá hann skoraði aftaná eitt hornaspark. Hetta iðra teir í Brann seg um, men longu hóskvøldið fáa teir høvið at koma á sigurskós aftur, tá Strømsgodset vitjar á Brann leikvøllinum í Bergen.
Ígjár vann liðið hjá Sonna Ragnari Nattestad, Molde 1-0 á Kristiansund á útivølli.