VIDEO: Gilli og liðfelagarnir fingu javnleik á útivølli

(Video) Liðið hjá Gilla R. Sørensen, Odd var á vitjan hjá Vålerenga ígjár

Mynd: odd.no

Mynd: odd.no

Gilli R. Sørensen fekk 78 minuttir á vøllinum tá lið hansara, Odd spældi á útivølli móti Vålerenga í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Henrik Udhahl legði Vålerenga í 11. minutti. Bushaga Bakhenga javnaði fyri Odd beint undan steðginum. Fleiri mál komu ikki í dystinum.

 

Odd liggur á níggjunda plássi við seks stigum fyri seks dystir. Komandi sunnudag skal Gilli á vitjan hjá gamla liðnum, Brann Bergen.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Vålerenga og Odd: https://www.odd.no/video

 

 

 

Mynd: odd.no

Mynd: odd.no