Gilli R. Sørensen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir frammanfyri einum fullsettum leikvølli í Nørreskoven í Vejle tók ímóti verandi meistarunum, FC Keypmannahavn.
Gilli og liðfelagarnir í Vejle góvu FCK ein skarpan gang, men teir máttu lúta tepurt 2-3.
Vejle hevur einki stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið. Komandi fríggjakvøld spælir Vejle á útivølli móti Silkeborg.
Vejle-FCK 2-3 (1-2)
0-1 Jordan Larsson (19.)
1-1 Raul Albentosa (25.)
1-2 Roony Bardghji (35.)
2-2 Sjálvmál (52.)
2-3 Diogo Goncalves (70.)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##