Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi veruliga vart við seg í heimadystinum hjá THW Kiel móti norðurmakedonska liðnum, Eurofarm Pelister í bólki A í Champions League.
Elias skoraði átta mál og legði upp til átta mál í dystinum. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá Eliasi í 29-23 sigrinum hjá Kiel. Í steðginum var Kiel á odda 19-10.
Kiel er fremst í bólki A við 18 stigum. Aalborg er nummar tvey við 16 stigum. PSG hevur 15 stig, og Kielce og Szeged hava 13 stig hvør.
Komandi mikudag klokkan 17.45 spælir Kiel á útivølli í Ungarn móti Szeged.
HER ber til at síggja fleiri av málunum hjá Eliasi og upplegg frá Eliasi í samandráttinum hjá Eurohandball frá dystinum THW Kiel-Eurofarm Pelister 29-23 (19-10):
##med2##
Fjeppararnir hjá THW Kiel valdu við stórum meiriluta Elias at vera besta leikaran:
##med3##