VIDEO: Gunnar bjargaði brotssparki

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum HK-FH 1-3 (1-1)

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH sum vitjaði HK á útivølli í stóru innandura fótbóltshøllini, Kórinn. Hafnfirðingar vunnu 3-1 og gjørdi Gunnar eisini sítt við góðum bjargingum, serliga týðandi var tað, at Gunnar bjargaði einum brotssparki við støðuna 1-1. 

 

HK kom á odda í 28. minutti, men bert fimm minuttir seinni javnaði Ágúst Eðvald Hlynsson fyri FH. Sami Ágúst Eðvald Hlynsson legði FH á odda tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Stutt undan leikloki staðfesti skotski málkongurin hjá FH, Steven Lennon sigurin hjá FH.

 

Leygardagin tekur FH móti KR.

 

Á hesari leinkjuni: https://www.visir.is/k/a1e9a54b-a9c3-40fd-be5f-506b08f96570-1621365914565

 

ber til at síggja málini frá dystinum umframt brotssparkið Gunnar Nielsen bjargaði.