Gunnar Nielsen helt málið reint, og hann diskaði upp við nøkrum góðum bjargingum tá lið hansara, FH á heimavølli vann 4-0 á HK fyrr í dag. Í steðginum var FH á odda 2-0.
Skotin Steven Lennon hevur verið ein málrevur hjá FH í mong ár, og aftur í dag slóg hann til. Í dag skoraði Steven Lennon hattrick. Þórir Jóhann Helgason skoraði málið til 2-0.
Sigurin hálar FH upp á triðja plássið, har teir eru javnir við Breiðablik við 20 stigum. Breiðablik hevur tó betri málmun. Hitt føroyingaliðið, Valur er oddalið við 22 stigum.
Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH skulu eins og KÍ spæla á heimavølli móti einum liði úr Slovakia. Undankappingardysturin í Europa League verður spældur hóskvøldið klokkan 18.15.
Dunajská Streda, ið gjørdist nummar trý í bestu slovakisku deildini farna kappingarár verður mótstøðuliðið hjá FH hóskvøldið.
Liðið endaði heili 17 stig aftanfyri meistaraliðið, Slovan Bratislava farna kappingarár.
Stóri spenningurin nú er um ein Korona-fríur slovakiskur hópur kann møta í Íslandi í komandi viku, so Gunnar Nielsen og felag hansara, FH kunnu sleppa undan at fara gjøgnum somu mylnuna sum KÍ hevur verið ígjøgnum undanfarnu dagarnar.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum FH-HK 4-0 (2-0) :
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/0daf600d-186b-47c5-96ca-813a13d22714-1598123067318" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>