VIDEO: Gunnar og FH fingu bank og nýggjan høvuðsvenjara

(Video) Sìggj málini Gunnar Nielsen fekk ímóti sær tá hann og liðfelagarnir taptu 0-4 fyri Breiðablik

Tað var ikki ein góður føroyingadagur í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjár.

 

Báðir føroyingarnir hjá oddaliðnum, Vali, Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnus Egilsson fingu ikki somikið sum ein minutt á vøllinum tá Valur vann 1-0 á KA á útivølli á Akureyri. Patrick Pedersen skoraði sigursmálið tá eitt lítið korter var eftir av dystinum. 

 

Komandi sunnudag tekur Valur móti Fylkir.

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, ið fekk ein ordans sekk á útivølli móti Breiðablik. Heimaliðið vann 4-0. Longu í steðginum var Breiðablik á odda 3-0.

 

Høvuðsvenjarin hjá FH, Logi Ólafsson tók avleiðingarnar av vánaligu gongdini, og Gunnar Nielsen og liðfelagarnir hava nú fingið nýggjan høvuðsvenjara. Nýggjur høvuðsvenjari hjá FH er Ólafur Jóhannesson. 

 

Komandi sunnudag tekur FH móti KA á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði.

 

HER ber til at síggja málini Gunnar Nielsen fekk ímóti sær í dystinum móti Breiðablik: https://www.visir.is/k/7a820cd4-395c-4768-aea6-14a8e0a67aad-1624264020790?jwsource=cl

 

 

 

STØÐAN: 
Valur10 dystir18:1023 stig
Víkingur R.814:618
KA813:416
Breiðablik921:1316
KR814:914
FH9 dystir13:1411 stig
Fylkir913:1610
Stjarnan108:1410
Keflavík89:159
Leiknir R.99:138
HK910:176
ÍA99:205