Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens høvdu torføran arbeiðssetning á heimavølli í dag, tá OB kom á vitjan.
OB hevði vunnið 3-1 í fyrra dystinum um sjeynda plássið, ið gevur rætt til play off dystir móti nummar trý í superliguni um rættin til at spæla Europa League undankappingardystir.
Ein vón tendraðist tá Malte Killerich legði AC Horsens á odda 1-0 tá ein tími var leiktur av dystinum. Um AC Horsens vann 2-0 høvdu teir vunnið samanlagt uppá mál á útivølli. Men OB javnaði tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini, og tað gjørdist endaliga úrslitið. OB vann samanlagt 4-2, og sleppur at spæla play dystir móti nummar trý í superliguni.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum i Horsens:
##med2##