Video: Hallur partur av dramatiskari útvísing

(Video og ljóðsamrøða) Síggj hæddarpunktini frá AC Horsens-Esbjerg 3-2 (1-1), og hoyr Hall Hansson greiða frá dramatikkinum

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá niðurflytingar play off dystinum millum AC Horsens og Esbjerg, sum AC Horsens vann 3-2, og samanlagt 4-3. Samlaða úrslitið sendir Esbjerg niður í næstbestu deildina. AC Horsens skal nú spæla tveir play off dystir ímóti Vendsyssel FF úr næstbestu deildini fyri at bjarga sær sessinum í donsku superliguni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Hall Hansson greiða frá dramatiska dystinum í dag, har hann var partur av einari útvísing. Hallur Hansson spældi allan dystin í dag. Hann spældi mitt á miðjuni og var partur av fleiri støðum í dystinum. Hann fekk oftani bóltin og var í mongum tvídysti. Hann gjørdi eisini nøkur fríspørk á vegnum. Tað dámdi einki donsku viðmerkjarunum, Carsten Werge og Peter Graulund, sum í felag hildu, at føroyski landsliðsspælarin skuldi vísast av vøllinum.

 

Tað hendi tó tað øvugta, tá Esbjerg móti dystarenda fekk Konstantinos Tsimikas útvístan. Hann sparkaði eftir Halli Hansson, sum liggjandi helt um økilin á honum. Hallur Hansson kom væl frá uppgávuni sum sentralur miðvallari í hesum dystinum.