Tað bleiv tíverri eingin føroyingauppgerð í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjár tá Valur tók móti FH á Hliðarenda í Reykjavík.
Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, men hjá Vali slapp Magnus Egilsson ikki á vøllin, og Kaj Leo í Bartalsstovu slapp líka inn tá vanliga leiktíðin var farin. Tað sum verður nevnt "Ein taktisk útskifting".
Men fáur í Íslandi man seta spurnartekin við tað, ið Heimir Guðjónsson fyrrverandi HB-venjari ger sum høvuðsvenjari hjá Vali. Valur vann 2-0 á FH ígjár, og teir eru fyribils greitt oddalið við 27 stigum, átta stig frammanfyri Breiðablik sum tó hevur leikt tveir dystir færri enn Valur. Valur skoraði bæði málini í seinna hálvleiki.
Sambært Morgunblaðnum hevði Valur teir flestu málmøguleikarnar í dystinum, og í onkrum føri bjargaði Gunnar Nielsen væl. Morgunblaðið heldur, at Valur vísti meistaraspæl ígjár.
Komandi mikukvøld hevur Valur torføra uppgávu í fyrsta undanumfarinum í Champions League umfarinum móti kroatiska meistaraliðnum, Dinamo Zagreb.
Komandi hóskvøld tekur FH í Europa Conference League undankappingini móti Sligo Rovers úr Írlandi.
HER ber til at síggja málini Valur skoraði móti Gunnari Nielsen ígjár: https://www.visir.is/k/afc1efe6-890d-434c-b841-3568dcd9bb84-1625177582074
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/afc1efe6-890d-434c-b841-3568dcd9bb84-1625177582074" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>