Heini Vatnsdal var við frá byrjan, og hann fekk eitt gult kort tá lið hansara, Fremad Amager tapti heili 0-4 ímóti HB Køge á útivølli í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ígjár.
HB Køge kom á odda tá 10 minuttir vóru farnir, og tá Hakan Redzep fekk seinna gula kortið tá ein hálvur tími var farin av dystinum gjørdist mótbrekkan ov brøtt hjá Fremad Amager. Í steðginum var støðan 2-0 til HB Køge, og tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki var HB Køge á odda 4-0.
Komandi sunnudag tekur Fremad Amager ímóti Fredericia.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum HB Køge og Fremad Amager. Upptøkurnar eru frá YouTube rásini hjá Fremad Amager. Fremad Amager spældi í ljósagrønum troyggjum í útidystinum ígjár.
Støðan:
1
16
12
34
2
16
8
31
3
16
12
29
4
16
7
25
5
16
6
25
6
15
4
21
7
16
0
21
8
15
-5
20
9
16
-16
17
10
14
1
16
11
16
-20
12
12
16
-9
10