Klokkan 17 fæst at vita hvørjum liðum føroyska kvinnulandsliðið kemur í innleiðandi bólk saman við í EM-endaspælinum, ið verður leikt í Eysturríki, Sveis og í Ungarn síðst í november og í desember í ár.
Lutakastið verður í Wien í Eysturríki.
Raðfylgjan fyri styrkismetingina sær soleiðis út:
Pottur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki, Niðurlond
Pottur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis, Eysturríki
Pottur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Makedonia, Ísland
Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia
HER er leinkjan til beinleiðis stroymingina hjá Eurohandball:
##med2##