Video: Her eru málini hjá KÍ

KÍ vann greiðan sigur á 07Vestur í steypakappingini – her eru málini hjá klaksvíkingum

 

Ein av dystunum í 1. umfari av kappingini um Løgmanssteypið varð spældur í fagrasta veðri í Klaksvík í dag.

07Vestur var á vitjan í Klaksvík, og hóast KÍ manglaði fleiri av sínum profilum, var stórur munur millum liðini.

KÍ var á odda 2-0 í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki økti KÍ upp í 5-0.

Omanfyri ber til at síggja málini hjá KÍ.