KÍ var fyrradagin fyri lemjandi 5-3 tapi fyri B68 Svangaskarði. Eitt skifti var B68 á odda 4-0. Í stríðnum at koma inn í aftur dystin fekk ungi vinstri bakkurin hjá KÍ, Tórur Justesen, beinleiðis reytt kort.
Les eisini: (Video) Samandráttur frá B68-KÍ 5-3
KÍ hevði júst minkað um munin til 5-2, tá Tórur sjey minuttir fyri tíð fór í eina takling við miðverjan hjá B68, Jóhan Dávur Højgaard. Dagfinn Forná, dómari, er ikki í iva og gevur KÍ spælaranum reytt kort.
Les eisini: Eyðun: Har var einki at gleðast um
Er taklingin til beinleiðis reytt kort?