Føroyski U21 landsliðsspælarin, Meinhard E. Olsen, spældi frá byrjan og skoraði, tá Vendsyssel í gjár vann 4-0 á HB Køge í donsku steypakappingini.
Til ber at síggja málið við at trýsta HER
Meinhard Egilsson Olsen skoraði til 2-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Talan er um skot uttanfyri brotssteigin, sum málverjin hjá HB Køge nokk skal taka, men tað tekur einki frá fyrrverandi spælaranum hjá NSÍ.
Les eisini: Meinhard skorað fyri Vendsyssel
Ninos Gouriye skoraði til bæði 1-0 og 3-0. Tíðliga í seinna hálvleiki staðfesti Tiago Leonco sigurin fyri Vendsyssel. Føroyski U21 landsliðsspælarin hevur hvat trupult við at vinna seg á liðið, men hann hevur víst nýggja venjaranum, Erik Rasmussen, at hann er til reiðar at bjóða av.