Video: Hesir eru tilnevndir hjá monnum

Her eru allar tilnevningarnar til ársins spælara hjá monnum

Atkvøðurnar eru taldar, og her eru tey tilnevndu til ársins heiðrar í 2017. Á stóra tiltakinum hjá Rás2, Miðlahúsinum og Fótbóltssambandinum, sum verður í Reinsarínum fríggjakvøldið 27. oktober klokkan 19, verður kunngjørt hvør vinnur. Tiltakið verður sent beinleiðis á Rás2

 

Síggj sjónbandabrotið við at trýsta á pílin á myndini

 

Tey tilnevndu hjá monnum:

Ársins spælari:

Adeshina Lawal (Víkingur)

Odmar Færø (B36)

Sølvi Vatnhamar (Víkingur)

 

Ársins ungi spælari (Spælari við U21-aldri):

Bartal Wardum (HB)

Betuel Hansen (NSÍ)

Michal Przybylski (Skála)

 

Ársins málverji:

Símun Rógvi Hansen (NSÍ)

Teitur M. Gestsson (HB)

Trygvi Askham (EB/Streymur)

 

Ársins verjuspælari:

Atli Gregersen (Víkingur)

Jonas F. Rasmussen (KÍ)

Odmar Færø (B36)

 

Ársins miðvallari (íroknað vengur) :

Árni Frederiksberg (NSÍ)

Róaldur Jakobsen (B36)

Sølvi Vatnhamar (Víkingur)

 

Ársins áleypari:

Adeshina Lawal (Víkingur)

Klæmint A. Olsen (NSÍ)

Patrik Johannesen (B36)

 

Ársins venjari:

Anders Gerber (NSÍ)

Heðin Askham (EB/Streymur)

Sámal Erik Hentze (Víkingur)

 

Ársins dómari:

Eiler Rasmussen

Lars Muller

Petur Reinert