VIDEO: Í HM 2018 vann Frakland málríkan dyst móti Argentina

(Video) Fyri fýra árum síðani var Frakland omaná í málríkari HM-áttandapartsfinalu

Mbappe uggar Messi fyri fýra árum síðani

Tað eru fýra ár síðani Frakland og Argentina møttust, og var tann dysturin eisini í einum HM-endaspæli.

 

Frakland og Argentina møttust í HM-áttandapartsfinaluni í Kazan í Russlandi.

 

Frakland vann dystin 4-3. Frakland kom á odda 1-0 tíðliga í dystinum. Argentina kom á odda 2-1 við málum báðumegin hálvleikssteðgin. Men so hevði 11 gyltar minuttir í seinna hálvleiki, har serliga Kylian Mbappe gjørdi um seg. Frakland var tá odda 4-2. Heilt móti dystarenda minkaði Argentina um munin til 4-3.

 

Hagtalsliga høvdu liðini tá líka nógvar royndir, 13 málroyndir og fýra royndir á málið. Argentina hevði bóltin 59 prosent av tíðini.

 

Nú møtast liðini aftur klokkan 15 í dag í HM-finaluni í Katar.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá HM-áttandapartsfinaluni í Kazan í Russlandi í 2018. 

 

 

 

Mbappe uggar Messi fyri fýra árum síðani