VIDEO: Italia-Frakland 1-1 og Spania Pólland 3-1 (U17 EM)

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystunum, ið vóru leiktir við Djúpumýru og á Tórsvølli

Mynd. FSF

FSF skrivar:

 

Við sigri á Póllandi, samstundis sum Italia og Frankaríki spældu javnleik, hevur Spania lagt seg á odda í bólki B. Men munurin millum ovastu liðini er lítil, og greitt er, at ein av favorittunum rýkur heim eftir bólkaspælið

 


Lagt er upp til eina veruliga bólkafinalu, tá síðsta umfar í bólki B í EM endaspælinum er á skránni sunnudagin klokkan 15:00.

 

Nú øll londini hava spælt tveir dystir, hava Spania og Italia 4 stig, Frankaríki hevur 2 stig, meðan Pólland framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

 

Í øðrum umfari, sum varð spælt hósdagin, vunnu spaniólar 3-1 á Póllandi, samstundis sum Italia og Frankaríki samdust um javnleik 1-1 á Tórsvølli.

 

Sunnudagin spæla Italia og Spania á Tórsvølli, meðan Frankaríki og Pólland møtast á Djúpumýru í Klaksvík. Báðir dystirnir verður bríkslaðir í gongd klokkan 15:00. Greitt er í øllum førum, at ein av favorittunum rýkur heim eftir bólkaspælið. Skrivar FSF. 

 

Stigatalvur og leikskrá (UEFA.com)

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dagsins U17 EM-dystum, ið vóru leiktir við Djúpumýru og á Tòrsvølli:

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd. FSF