Jóan Símun Edmundsson var við frá byrjan, og hann spældi allan dystin uttan næsaverju, tá OB í dysti í donsku superliguni tók ímóti Esbjerg í gjárakvøldi.
OB vann greiðan 3-0 sigur. Støðan í steðginum var 0-0. Jóan Símun Edmundsson hevði ein góðan stútara ímóti málinum hjá Esbjerg, sum fór dygst framvið stongini. Í seinni hálvleiki átti Jóan Símun sín lut í málinum til 2-0, tá hann hevði góða roynd ímóti málinum hjá Esbjerg, sum málverjin bjargaði. Rasmus Festersen var skjótur á returinum, og fekk beint bóltin í málið. Sami Rasmus Festersen hevði stutt frammanundan lagt OB á odda 1-0. Ímóti dystarenda staðfesti Anders K. Jacobsen sigurin, tá hann skoraði til 3-0.
Komandi dysturin hjá OB verður á heimavølli, týskvøldið 18. apríl, tá fjónbúgvarnir taka ímóti felagnum hjá Brandi H. Olsen, Randers FC.
TRÝST á HESA leinkjuna: http://www.dailymotion.com/video/x5hjp8o
og síggj málini frá dystinum, har Jóan Símun átti sín lut í 2-0 málinum.