VIDEO: Javnleikur í føroyingauppgerðini í Íslandi

(Video) Gunnar Nielsen og FH tóku móti Kaj Leo í Bartalstovu og Vali ígjárakvøldið

Tað var føroyingauppgerð millum FH og Val á Kaplakrika leikvøllinum í á Haffnarfirði í gjárakvøldið.

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH og Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 63 minuttir á vøllinum fyri Val.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. 

 

Longu í 22. minutti fekk Haukur Páll Sigurðsson hjá Vali seinna gula kortið, og eitt korter seinni legði Ágúst Eðvald Hlynsson FH á odda 1-0. Kortini megnaðu 10 valsmenn at stríða seg aftur, og tá 70 minuttir vóru farnir javnaði Sigurður Egill Lárusson fyri Val. Morgunblaðið heldur, at talan var um eitt framúr gott avrik hjá Vali við 10 monnum.

 

Kaj Leo hevði onkra góða roynd á málið hjá Gunnari í dystinum.

 

FH og Valur hava fýra stig hvør aftaná tveir dystir í Pepsideildini.

 

Á hesari leinkjuni frá Støð 2/Vísir ber til at síggja málini sum komu í dystinum: https://www.visir.is/k/8027bcec-e393-4c37-b359-bb0d8775ea10-1620634593224?jwsource=cl