– Eitt stendur púra greitt eftir valúrslitið: Forsætisráðharrin skrivaði út val, tí hon vildi hava avgjørdan meiriluta. Men meirilutan, sum hon hevði, hevur hon mist saman við konservativum tingsessum, segði Jermy Corbyn, formaður í arbeiðaraflokkinum Labour, sum gjørdi eitt gott hál á valinum, tó at hann ikki gjørdst størri enn Konservativi flokkurin hjá Theresu May.
– Hon hevur mist atkvøður, mist stuðul og mist álitið. Tí eigur hon at leggja frá sær, segði Jeremy Corbyn.
Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja kykmyndina.
/ritzau/