VIDEO: Jóan Símun fekk ein sigur í fyrsta dystinum

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Lommel-Beveren 2-3 (2-1)

Ígjár skrivaði Jóan Símun Edmundsson søgu við at gerast fyrsti føroyingur, ið hevur spælt ein belgiskan ligadyst.

 

Jóan Símun var við frá byrjan, og hann hevði tveir góðar stútarar móti málinum tá lið hansara, Waasland-Beveren vann 3-2 á Lommel á útivølli.

 

Lommel legði seg annars á odda tvær ferðir, og var eisini á odda 2-1 í steðginum.

 

Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði eysturíkski Daniel Maderner sigursmálið aftaná eitt væl tikið hornaspark. Sami Daniel Maderner javnaði til 2-2 tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Komandi sunnukvøld spælir Waasland-Beveren heimadyst móti Deinze.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-2 sigrinum hjá Waasland-Beveren. Millum hæddarpunktini eru góðar atsóknir hjá Jóan Símuni Edmundssyni: 

 

##med2##