VIDEO: Jóan Símun legði upp til mál og Beveren er næstfremst

(Video) Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir eru tvey stig frá oddasessinum

Aftaná fimm tey fyrstu umførini í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini eru Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Waasland Beveren næstfremst við níggju stigum, tvey stig aftanfyri oddaliðið, Westerlo.

 

Hetta vikuskiftið vann Waasland Beveren 3-1 á RWD Molenbeek á útivølli, og tá loyvdu teir hjá Waasland Beveren sær enntá at brenna eitt brotsspark.

 

Jóan Símun átti næstseinasta fótin á, tá hann í hegnisligum samstarvi við Jordan Faucher legði upp til 2-1 leiðslumálið hjá Jordan Faucher. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Waasland Beveren til 3-1.

 

Í komandi umfari spælir Waasland Beveren móti Lierse á útivølli.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum RWD Molenbeek og Waasland Beveren: 

 

##med2##