Video: Kamerun gjørdist afrikanskur meistari

(Video) Síggj hæddarpunktini frá finaluni millum Egyptaland og Kamerun, sum Kamerun vann 2-1

Kamerun er afrikanskur meistari í fótbólti. Hetta hendi tá Kamerun frammanfyri 38.500 áskoðarum á tjóðarleikvøllinum í Libreville í Gabon vann 2-1 á Egyptalandi, sum annars var á odda 1-0 í steðginum.

 

Arsenal-leikarin, Mohamed Elneny legði Egyptaland á odda 1-0, tá 22 minuttir vóru leiktir. Fram til ein tími var leiktur var Egyptaland á odda, men so tóku tveir innskiftir spælarar og vendu dystinum fyri Kamerun.

 

Fyrst javnaði innskifti Nicolas Nkoulou til 1-1, og tá bert tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði ein annar innskiftur spælari sigursmálið. Besiktas-áleyparin, Vincent Aboubakar gjørdist tjóðarhetja hjá Kamerun, tá hann heilfluktaði bóltin í málið.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá finaluni um afrikanska meistaraheitið.

 

Talan er um fimtu ferð í søguni, at Kamerun gerst afrikanskur meistari. Kamerun vann eisini í 1984, 1988, í 2000 og í 2002.