Sum málmaður í Premier League gongur málverjin hjá Leicester City, danski landsliðsmálverjin, Kasper Schmeichel sjálvsagt høgt uppí at hava eitt sonevnt "Clean Sheet" - at halda málið reint.
Tað eydnaðist Kasper Schmeichel í 809 minuttir í HM-undankappingini inntil ein húsavørður úr Runavík spiltu honum spælið, og Schmeichel yngri varð meira dansandi óður enn pápin varð, tá Allan Mørkøre skoraði móti honum í gomlu Ítróttarparkini í Keypmannahavn fyri 31 árum síðani.
HER ber til at síggja og hoyra hæddarpunktini frá minniliga dystinum Danmark-Føroyar 3-1 (1-0) frá Discovery og DBU við donskum frásøgumonnum. Tað er eyka stuttligt at síggja og hoyra løtuna tá Klæmint A. Olsen skorar og løtuna aftaná. Ein sannur dýrgripur fyri allar føroyskar fótbóltsfjepparar.
##med2##
Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið seinasta dystin í hesari HM-undankappingini móti Ísrael í Tel Aviv. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingina klokkan 18.30.