Sunnudagin vóru Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Klæminti fyri tapi í málríkum dysti á útivølli móti KR í ovara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Tapið sveið hjá Klæminti og liðfeløgunum, tí tá 90 minuttir vóru leiktir var støðan 3-2 til Breiðablik. Men ólukkutíð fyri Breiðablik skoraði KR tvey mál í yvirtíðini.
Jason Daði Svanþórsson legði Breiðablik á odda tá bert 10 minuttir vóru farnir av dystinum. Eitt korter seinni økti Klæmint til 2-0 við einum hegnisligum einmansavriki har hann lumpaði verjuna og málverjan hjá KR áðrenn hann setti bóltin í netið til 2-0.
KR minkaði um munin til 1-2 tá 33 minuttir vóru farnir av dystinum. Beint undan steðginum økti Kristinn Steindórsson til 3-1. KR skoraði til 2-3 tíðliga í seinna hálvleiki, men Breiðablik var framvegis á sigurskós. Í yvirtíðini mistu teir tó alt á gólvið.
HER ber til at síggja málini í dystinum frá Støð 2. Málið hjá Klæminti sæst við ein minutt og 15 sekund.
Sunnukvøldið fingu Klæmint og liðfelagarnir tó hjálp frá Vali, ið vann stórsigur 4-1 á FH. Úrslitið merkir, at Breiðablik endar í ringasta føri á einum fjórða plássi. Sostatt eru teir í Breiðabliki tryggjaðir at sleppa at royna seg í Europa Conference League undankappingini komandi kappingarár.
Breiðablik hevur 41 stig á triðja plássinum og FH á fimta plássinum kann í mesta lagi fáa 40 stig.
Um Breiðablik vinnur á Stjörnuni komandi sunnudag kunnu teir tryggja sær triðja plássið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Áðrenn tað, hósdagin 5. oktober klokkan 17.45 skal Breiðablik líka skriva søgu og spæla fyrsta dystin í einum evropeiskum bólkaspæli á íslendskari jørð. Tað hendir tá Breiðablik á Laugardalsvøllinum í Reykjavík tekur móti ukrainska liðnum, Zorya Luhansk í bólki B í Europa Conference League bólkaspælinum.
Støðan:
Nr | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | Víkingur Reykjavík | 25 | 20 | 3 | 2 | 70:26 | 63 |
2 | Valur | 26 | 17 | 4 | 5 | 65:30 | 55 |
3 | Breiðablik | 26 | 12 | 5 | 9 | 52:47 | 41 |
4 | Stjarnan | 25 | 12 | 4 | 9 | 50:28 | 40 |
5 | FH | 26 | 11 | 4 | 11 | 46:53 | 37 |
6 | KR | 26 | 10 | 7 | 9 | 37:45 | 37 |